Tín tænastuveitari
VIT GERA ALT SLAG AV URTAGARÐSARBEIÐI
Vit gera alt innan urtagarðsvirksemi. Bæði grønt og grátt til privatfólk, fyritøkur og almennar stovnar.
Vit hava øll seramboð sum t.d. gravimaskinur, lastbilar og onnur amboð fyri at kunna veita best møguliga tænastu.
Tænastur
Síggj okkara breiða úrvæl av tænastum
Avrik
Lít ikki bert á okkara orð, men sí okkara avrik.
Um okkum
Vit vilja verða best til tað vit gera
Starvsfólk
Starvsfólki er okkara sterkasta tilfeingið
Samband
Skriva til okum frá okkara boðaskipan
SP/F HJÁLPIRÓT
Hjálpirót veitir fjølbroyttar tænastur innan urtagarðsarbeiði, m.a. ráðgeving, nýgerð og røkt av urtagørðum.
Vit hava royndirnar og førleikarnar at átaka bæði størri og smærri uppgávur innan urtagarðsvirksemi hjá privatum, fyritøkum og almennum stovnum, hvar sum helst í Føroyum.
Við meira enn 30 ára royndum innan urtagarðsvirksemi, vita vit hvussu føroyska lendi skal handfarast og hvørjar plantur, runnar og trøð trívast um okkara leiðir.
Hjálptirót var sett á stovn í 1987
Tænastuveitingar
Okkara urtagarðsarbeiði er at síggja nógv støð í Føroyum og vit umboða alt slag av urtagarðsarbeiði.
Vit hava gjørt smáar og stórar urtagarðar, fríøki og spælipláss. Lagt brotflisar, betong, trappur, tún, laða garðar, gjørt urtagarðshyljar og mangt annað.
Um veturin bjóða vit kavarudding og salting.
Í dag starvast meiri enn 15 fólk hjá Hjálpirót.
Fólkið er samansett av útlærdum nýgerðarurtagarðsmonnum (bæði gráir og grønir), handverkarum, arbeiðsmonnum, skrivstovufólki og lærlingi.